Við Tórði á túri

Podcast

Við Tórði á túri

Kringvarp Føroya

124 episodesfo-foNews

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.

Episodes

Í einum stórum høli í kjallaranum á Føroya Tele í Hoyvík standa nógvir søguligir lutir, sum hava verið brúktir í sambandi við telefon og samskifti. Her hitta vit Maiken Jensen og Jákup Nielsen, sum ha…

51m

Árliga klappjaktin í Trongisvági er eitt av høvuðstingunum sum henda í bygdini, og tað er ikki sørt at hon er ein týðandi partur av identitetinum hjá bygdini. Klappjaktin hevur eina 134 ára langa søgu…

51m

Í seinastuni hevur 99 ára gamla Ida Nielsen í Havn, sum verður 100 í mars, havt krím og lungnabruna, og tí hava tað ikki verið so nógvir biltúrar síðani hon endurnýggjaði koyrikortið seint í september…

51m

Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tja…

51m

Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktobe…

46m

Eitt annað lív

Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli v…

57m

Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda…

51m

Í sendingini eru hesi: Árni Jacobsen, Fríðfinnur Johnsson, Tórhild Bjarkhamar, Olivia Drós Fríðfinsdóttir, Karl Joensen, Hanna Jensen og Marius Jacobsen.

51m

-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í…

51m

Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára…

51m

Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja h…

49m

Onkur hevur sagt, at Vágsbotnur er ein blandingur av søguligari sjarmu, maritimum umhvørvi og einum livandi býarlívi - eitt stað, har tú veruliga kennir pulsin í Havn. Serliga tá sólin sær er nógv lív…

51m

Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðr…

51m

Góður prísur og so høgur fiskaprísur, sum menn ikki vita um at siga nær í námind, hevur merkt útróðurin á Norðhavinum í vár. Miðalprísurin á toski er hækkaður millum 10 og 20 kr. fyri kilo síðani í fj…

51m