
Við Tórði á skørutúri
About this episode
Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.
-Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í størsta álvara, sigur Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót. Hon heldur at kommunurnar áttu at kunnað betri enn tær gera í dag.
Í ymiskum býlingum í høvuðsstaðnum hava fólk tikið seg saman at týna garðaskøru, og vit hoyra tey á Norðasta Horni, sum ein leygardag taka seg saman til endamálið.
Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Heðin Askham, anleggsgartnari í Klaksvík, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen og Eyðbjørg Hansen á Norðasta Horni, Annleyg Patursson, sum hevur urtagarin við føroyskum plantum í Hoyvík, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í FNU, Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót og Magnus Frederik Magnusson í Kvívík, sum sproytar garðaskøru við mettaðum saltvatni við góðum úrsliti.
More from Við Tórði á túri
Í einum stórum høli í kjallaranum á Føroya Tele í Hoyvík standa nógvir søguligir lutir, sum hava verið brúktir í sambandi við telefon og samskifti. Her hitta vit Maiken Jensen og Jákup Nielsen, sum ha…
Árliga klappjaktin í Trongisvági er eitt av høvuðstingunum sum henda í bygdini, og tað er ikki sørt at hon er ein týðandi partur av identitetinum hjá bygdini. Klappjaktin hevur eina 134 ára langa søgu…
Í seinastuni hevur 99 ára gamla Ida Nielsen í Havn, sum verður 100 í mars, havt krím og lungnabruna, og tí hava tað ikki verið so nógvir biltúrar síðani hon endurnýggjaði koyrikortið seint í september…
Saman við Rólvi Sivertsen vitja vit í Norðradali, og hann greiðir frá ymiskum minnum frá mánaðunum hann var har í 1955 - frá mánaðarskiftinum februar-mars til ólavsøku. Í sendingini vitja vit í Niðris…
Tað var ein dramatisk hendind, tá ídnaðartrolarin Havaldan úr Saltangará fyri júst 50 árum síðani sakk stutt úr Hetlandi, eftir at skipið hevði fingið slagsíðu og tað ikki eydnaðist at rætta skipið up…