
ALSO: Soleiðis ger man ikki!
About this episode
Er munur á, hvussu gentur og dreingir loysa trupulleikar í bólki? Eru gentur kaldari enn dreingir? spyr lurtarin víðari.
Hitt brævið í sendinini er frá stakari kvinnu, ið er troytt av, at grannin hevur viðmerkingar til alt hon ger, meðan tvístøðan snýr seg um hvat panelið hevði gjørt, um tey fingu ein 1000 kr seðil ov nógv útflýggjaðan í bankanum.
Í panelinum hesaferð eru Rudolf Joensen, Allan Dalsgarð og Katrin Petersen
More from Also
Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var…
Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella s…
Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at f…
Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er…
Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vit…