
Podcast
Also
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.
Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.
Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt!
Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Episodes
Eisini panelið var í iva, tí tað snýr seg um at vísa í verki, tað tú vilt, at børnini skulu læra. Tó so, tá børnini eru farin í song, er søgan ein onnur. Hetta vóru tey øll samd um. Erliga panelið var…
Hvat skal eg gera, spurdi ein lurtari, sum hevði trupulleikar av, at sambandið við hini bæði systkini, sum búgva uttanlands, er versnað seinnu árini. Skal eg halda fram við at skriva og ringja, ella s…
Eitt par við trimum dreingjum spyr hesaferð panelið, hvat tey halda um ynski hjá teimum um at hjálpa náttúruni á veg, so tey kunnu fáa eina gentu. Hinir spurningarnir eru frá gentum, ið ikki tíma at f…
Tað var ikki semja í panelinum í morgun. Hvørki tá tað snúði seg um teir báðar spurningarnar um pápan, sum drekkur ov nógv, ella tá tað snúði seg um mannin, sum fyri kortum er komin eftir, at hann er…
Brøvini hjá okkum í dag eru frá monnum, sum eru ørkymlaðir um familjulimir. Annar um tannáringadóttrina, sum ikki vil hava samband við hann og hin um konuna, sum er so nógv broytt, og sum ikki vil vit…
- Tað besta hevði tó verið, um eigarin av handlinum hevði gjørt eina fráboðanarskipan, so allir kundar í senn fingu boð um hátalaraskipanina. Slíkar skipanir eru vanligar uttanlands, men ikki so vanli…
- Tá tú hevur tosað vítt og breitt um ferðamálið, so er tað ikki loyniligt longur, og so eigur tú ikki at vera bilsin um, at onnur vilja við, vil panelluttakari vera við. Annars snúgva evnini hesaferð…
Vinkonurnar eru ikki samdar um svarið, og spyrja tí ALSO panelið, hvat tær skulu gera, og panelið er ivaleyst. Sigur tú frá, um tú sært maðk í fiskinum, og skalt tú geva eina umbering fyri ein sang, s…
Hvat ger man við ein granna, sum á morgni letur motorinum á tveimum bilum ganga í ein tíma. Hvønn arbeiðsdag á árinum. Summar og vetur. Og hvat skal ein gera, tá makin hevur okkurt koyrandi framíhjá,…
Maðurin, sum er einkjumaður, hevur fingið nýggja damu, og sonurin er bangin um pápan, tí hann heldur, at nýggja unga daman hevur tikið ræðið av pápanum, bæði tá tað kemur til lívsstíl, vinir og pengar…
Kommunurnar skulu við jøvnum millumbilum minna borgararnar á, at tað er teirra skylda at taka upp eftir hundum og øðrum djórum. Tað vóru tey trý í panelinum, Theresa Thuridardóttir Kreutzman, Oda Wilh…
Hesi boð hava tey í panelinum til eina kvinnu, sum heldur at maðurin kanska er ov nógv av tí góða, tá hann svingar kvinnur heldur ógvusliga á dansigólvinum. Annars verður eisini komið kring spurningar…
Hvussu skulu vit fyrihalda okkum, tá vit søkja starv. Tann spurningurin var á lofti í morgun, tá Malan Eyðunsdóttir, Rigmor Rasmussen og Rudolf Joensen mannaðu Also-panelið. Og svarið, sum tey høvdu a…
Gestirnir í panelinum góvu henni tey ráð, at hon mátti leita sær hjálp hjá serfrøðingi, sum kann siga henni, hvat hon hevur rætt til. Tvístøðan snýr seg hesaferð um spurningin hvat hevur meira týdning…
Spurningarnir til Also-panelið í morgun snúðu seg um eitt arbeiðstoymið, sum ikki tryggjar manningina nóg væl, tá tey fara upp í stillasini, og um eina kvinnu, sum aftaná 25 ár hevur fingið samvitskub…
Soleiðis siga tey í panelinum hesaferð við eina damu, sum heldur at ein vinur dámar seg, og heldur at ein vinkona verður kedd av tí. Bíða til tú veitst við vissu, áðrenn tú gert nakað við tað, siga ok…
Væl upplagda panelið heldur, at um ein kvinna vil hava romantik, so má hon vera proaktiv og byrja sjálv, heldur enn at leggja ábyrgdina á mannin. Hevur tú ein vin, sum ikki dugir at syngja, men sum he…
Hevur ein systur, sum flytir heim við allari familjuni, loyvi til at kroysta beigja sín út úr heiminum hjá foreldrunum? Tað heldur panelið, sum í morgun var mannað við Ásu Andreasen, Maluni Eyðunsdótt…
Ein ørkymlaður abbi heldur, at pápin at abbabørnunum hevur børnini ov nógv, og tað er ein trupulleiki, heldur abbin, tí pápin býr í Danmark. Hetta var ein spurningunum, sum Eiler Fagraklett, Nina Jenn…
- Tíðirnar eru broytt, og vit mugu broyta okkum við, halda tey í panelinum, sum leggja afturat, at ikki allar broytingar eru til tað betra. Hitt brævið er frá einari kvinnu, sum etur steinaldarkost, m…